- Løgtingið mist tignina

bannari
06.08.2015 - 14:04
Innlendis›Politikkur
- Løgtingið mist tignina
Tað er ikki eiti á ringum skoðsmáli, Løgtingið fær frá tveimum politikarum, sum ikki stilla upp hesa ferð

Tey stóru hugsjónarligu orðaskiftini eru ikki í løgtinginum. Samgongufólk knúlva tey í andstøðuni, og andstøðufólk knúlva tey í samgonguni.

Tað er ikki eiti á ringum skoðsmáli, løgtingið fær frá tveimum politikarum, sum ikki stilla upp hesa ferð. Og eingin brúkar fyrrverandi landsstýrisfólk.

Johan Dahl, landsstýrismaður fyri Sambandsflokkin, og Gunvør Balle, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, vóru í Summarmorgni í morgun.

Tað kom óvart á tey flestu, at Gunvør Balle ikki stillar uppaftur eftir eittans valskeið. Men avgerðin er langt síðani tikin, sigur hon.

Hvørki Johan Dahl ella Gunvør Balle útiloka, at tey stilla upaftur. Men tað verður ikki hesaferð.

Gunvør Balle sigur, at fær hon tilboð um at vera landsstýriskvinna eftir valið 1. september, skal ikki standa á.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115