Útnorðurráðið viðger málið við Nærabergi

12.08.2015 - 14:07
Innlendis›Vinna
Útnorðurráðið viðger málið við Nærabergi
Havnir í útnorði skulu vera opnar fyri skipum úr øðrum útnorðurlondum, halda limirnir í Útnorðurráðnum, sum umrøða málið um Næraberg á fundi í dag

Tað verður helst eisini innihaldið í einum úttalilsi, sum Útnorðurráðið kemur við seinni í dag, sigur Bill Justinussen, formaður í Útnorðurráðnum.

Henrik Old segði við útvarpið í gjár, at Útnorðurráðið eigur at samtykkja eina áheitan á íslendsku myndugleikarnar um at broyta lógina, sum fyrr í summar hevði við sær, at Næraberg hvørki slapp í íslendska havn eftir grønlendskari manning, ella at taka menninar umborð uttan fyri 12 fjórðinga íslendska fiskimarkið.

Eydnast tað ikki at ávirka íslendingar, eiga føroyingar at seta tiltøk í verk, heldur Henrik Old, løgtingsmaður.

Útnorðurráðið kemur helst við einum úttalilsi seinni í dag, sigur Bill Justinussen, sum heldur, at tað fær ávirkan á íslendsku myndugleikarnar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025