Íverksetarahúsið rindaði fyri konuna

21.08.2015 - 21:00
InnlendisPengar
Íverksetarahúsið rindaði fyri konuna
Rani Nolsøe hevur goldið uttanlandsferð hjá konuni við pengum hjá Íverksetarahúsinum. M.a. tí var hann uppsagdur sum stjóri í Íverksetarahúsinum

Kringvarpið hevur fingið innlit í grannskoðarafrágreiðing fyri Íverksetarahúsið, sum Spekt hevur gjørt fyri nevndina fyri Íverksetarahúsinum.


Í síni gjøgnumgongd av bókaðu rakstrarútreiðslunum hjá Íverksetarahúsinum, dagfest 11. august, staðfestir Jóhannes Færø, ríkisgóðkendur grannskoðari hjá Spekt, at Rani Nolsøe, fyrrverandi stjóri í Íverksetarahúsinum, hevur goldið fyri eina uttanlandsferð hjá konuni við pengnum hjá Íverksetarahúsinum. Hann hevur somuleiðis goldið fyri umvælingar av privata bilin sínum fyri 22.000 krónur við pengum hjá Íverksetarahúsið.

Tað eru beinleiðis orsøkirnar til, at Rani Nolsøe varð sendur til hús og ikki longur er stjóri fyri Íverksetarahúsinum í Klaksvík, váttar Regin W. Dalsgaard, formaður í nevndini fyri Íverksetarahúsinum (hoyr samrøðu).


Samdir um at vera ósamdir

Rani Nolsøe sjálvur vísir til tíðindaskrivi, hann sendir út í vikuni. Hann sigur eisini í stuttari viðmerking, at nevndin fyri Íversetarahúsið og hann eru samdir um at vera ósamdir um nøkur viðurskifti. Ein fráfaringaravtala er gjørd millum partarnar, ið eru farnir hvør til sítt, og at málið annars er liðugt fyri hansara viðkomandi.

Men sambært Regini W. Dalsgaard, nevndarformanni, so var Rani Nolsøe koyrdur frá fyri óheimilaða nýslu av pengunum hjá Íverksetarahúsinum. Formaðurin vísir til granskoðarafrágreiðingina hjá Spekt, har kemur fram, at Rani Nolsøe 14. apríl í fjør hevur goldið fyri eina ferð hjá konuna yvir konto'ina hjá Íverksetarahúsinum. Ferðin er upprunaliga bókað at kosta 6.453 krónur, men verður bíligari, so prísurin fyri ferðina verður 4.660 krónur.


Jóhannes Færø, ríkisgóðkendur grannskoðari hjá Spekt, skrivar um ferðina:

"Viðvíkjandi ferðaseðli hjá konu stjórans í sambandi við European Business Game í Italia, hava vit ikki í sambandi við okkara gjøgnumgongd av bóhaldsskjølunum sæð nakra grundgeving fyri, at hesar útreiðslur viðvíkja rakstri grunsins."


22.000 kr. til bilumvælingar

Sama gjøgnumgongd av rakstrarútreiðslunum hjá Íverksetarahúsinum vísir eisini, at 22.000 krónur er brúktar til beinleiðis umvælingar av privata bilinum hjá Rana Nólsøe, fyrrverandi stjóra. Hetta er beinleiðis í ansøgn við setanarsáttmálaj hjá fyrrverandi stjóran fyri Grunnin Íverksetarahúsið frá 2007. Har er ásett at:

"Stjórin nýtir egnan bil í tænastuni, meðan øll ferðin verður goldin av Íverksetarahúsinum".

Hetta merkir, at stjórin fær koyripening og møgulig útlegg í hesum sambandi, eitt nú tunnilsgjald. Hetta merkir samstundis, at Íverksetarahúsið ikki rindar fyri aðrar bilútreiðslur hjá stjóranum, staðfestir Jóhannes Færøe, ríkisgóðkendur grannskoðari hjá Spekt, í sínari frágreiðing.


Legði ikki kortini á borðið

Í innlitinum, ið Kringvarpið hevur fingið í málið umvegis vinnumálaráðið, sum fíggjar Íversetarahúsið við 1,1 millión krónur árliga, sæst eisini, at Rani Nolsøe, fyrrverandi stjóri í Íverksetarahúsinum, í einum maili verður konfronteraður við báðar viðmerkingarnar í protokollini fyri roknskapinum hjá Íverksetarahúsinum.

Spurdur eftir einari ferðafrágreiðing fyri ferðina, har konan er við, sum skal innihalda eina lýsing av endamálinum við ferðini, nær ferðin var og hvør var við á ferðini, si:gur Rani Nolsøe ikki, at konan var við. Hann svarar:

"Vit hava broytt mannagongdir sambært viðmerkingini, sum hava við ferðing at gera. Talan er serliga um vitjanir, sum vit fáa frá útlandinum, tá vit sjálvi ferðast sera lítið."

Og spurdur um, hví viðlíkahald og umvæling av privat bili verða førdar yvir raksturin hjá Íverksetarahúsinum, svarar Rani Nolsøe:

"Vit eru í teirri støðu, at tørvurin á flutningi er alstórur. Fyri at spara útreiðslur, so hava vit brúkt privatbil sum arbeiðsbil í arbeiðstíðini til flutning av øllum møguligum útbúnaði og fólki til okkara mongu tiltøk. Í tí sambandi hevur Íverksetarahúsið goldið onkrar viðlíkahaldsútreiðslur."

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585