Børn velja á bókasøvnum

bannari
26.08.2015 - 11:38
LívsstílurBørn
Børn velja á bókasøvnum
Herviligi Henry, sum lovar bomm hvønn dag, ella Vampyrella við lyfti um ikki at hava fastar songartíðir. Hvør man vinna valið

Barnaval er útskrivað á Býarbókasavninum. Vallyftini eru fjølbroytt, tey snúgva seg millum annað um happing, songartíðir og fríggjadagsbomm, og valevnini eru kend frá barnabókunum.

Í gjár varð atkvøðukassin settur upp á barnabókasavninum, og tað fer at bera til at atkvøða fram til 1. september kl. 21, tá valstaðið letur aftur. Valseðil fæst á valstaðnum, og fyri at hava valrætt, skal man vera ómyndigur og yngri enn 13 ár.

Í tíðini upp til valið fara valevnini helst at seta upp valplakatir á Býarbókasavninum og nærhendis. Umframt býarbókasavnið í Havn, eru tað trý onnur bókasøvn, sum eisini skipa fyri barnavali, og tey eru bókasavnið í Klaksvík, bókasavnið í Kollafirði og bókasavnið við Løkin í Runavík.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604