Leggja lok á mál um óheimilaða peninganýtslu

28.08.2015 - 15:57
InnlendisSamfelag
Leggja lok á mál um óheimilaða peninganýtslu
Nevndin fyri Íverksetarahúsið fer ikki at kanna um onnur óheimilað peninganýtsla hevur verið í roknskapunum, sum vórðu gjørdir áðrenn 2014

Nevndin fyri Íverksetarahúsið leggur lok á málið um óheimilaðu penganýtsluna hjá nú fyrrverandi stjóranum, Rana Nolsøe.

Nevndin fyri Íverksetarahúsið ætlar sær ikki at kanna um onnur óheimilað peninganýtsla hevur verið í roknskapunum, sum vórðu gjørdir áðrenn 2014. Tað sigur Regin W. Dalsgaard, nevndarformaður.

Nevndin í Íverksetarahúsinum gjørdi í síðstu viku fráfaringaravtalu við fyrrverandi stjóran, Rana Nolsøe, ið varð settur sum stjóri í 2007.

Roknskapurin frá 2014 vísti, at Rani Nolsøe óheimilað hevði goldið eina rokning uppá meira enn 20.000 kr. fyri at koyra sín privata bil á verkstað.

Hann hevði eisini keypt ein ferðaseðil til konuna fyri pening hjá Íverksetarahúsinum.

Íverksetarahúsið er á fíggjarlógini. Húsið fær 1,1 millión krónur frá Vinnumálaráðnum og 300.000 krónur frá Mentamálaráðnum.

Harafturat fær Íverksetarahúsið 200.000 krónur frá Klaksvíkar kommunu. Tilsamans 1,6 milliónir krónur.

Í nevndini fyri Íverksetarahúsið eru Regin W. Dalsgaard, Beinta Á. Gregersen og Birita Sandberg Samuelsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521