Fáir havhestaungar í Høvdanum

05.09.2015 - 10:18
InnlendisSamfelag
Fáir havhestaungar í Høvdanum
Tað vísa teljingar, sum Bergur Olsen, fuglafrøðingur, hevur gjørt.

Færri havhestaungar eru í Høvdanum í Skúvoynni í ár enn í fjør. Tað vísa teljingar, sum Bergur Olsen, fuglafrøðingur, hevur gjørt í august mánað í Høvdanum í Skúvoynni.
Hann er tann einasti, ið telur havhestaungar í Føroyum, og tað hevur hann gjørt hvørt summar í 15 ár.

35 færri enn í fjør
Í ár vóru 102 havhestaungar í Høvdanum, og hetta eru 35 færri enn í fjør. Yvirhøvur er talið av havhesti minkað nakað síðan í 90´unum, men hetta er ein náttúrlig gongd, sigur Bergur Olsen. Talið av havhestaungum í Høvdanum er ikki umboðandi fyri allan havhestastovnin í Føroyum, men kann kortini geva eina lítla ábending um gongdina.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537