Óvist hví fólkakirkjan missir limir

19.09.2015 - 17:52
InnlendisSamfelag
Óvist hví fólkakirkjan missir limir
Ein orsøk, til at færri føroyingar eru limir í fólkakirkjuni, kann vera, at fólk heldur velja samkomur ella fríkirkjur, sigur lektari í kirkjusøgu

Færri og færri føroyingar eru limir í fólkakirkjuni. Seinastu 15 árini er limatalið minkað úr 84,3 prosentum niður í 81,6.

- Tað kunnu vera fleiri orsøkir til at alsamt færri føroyingar eru limir í føroysku fólkakirkjuni, sigur Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu.

- Ein av orsøkunum kann vera, at føroyingar heldur velja samkomur ella fríkirkjur, sigur lektarin á Fróðskaparsetrinum.

Samanborið við londini rundan um okkum, eru lutfalsliga fleiri føroyingar limir í fólkakirkjuni, sigur Jákup Reinert Hansen.

Meðan 81,6 prosent av føroyingum eru limir í fólkakirkjuni liggja tølini fyri hini Norðurlondini millum 67,5 og 77,8 prosent.

Vit hava spurt Jógvan Fríðriksson, biskup, um minkandi talið á limum í fólkakirkjuni, men hann vil ikki gera viðmerkingar til málið í dag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303