Góðan morgun Føroyar

Nú verður søgan um Rasmus fortald
29-09-2015
Fríggjakvøldið verður søgan um Rasmus Rasmussen, sála, fortald á ein heilt serligan hátt

Tú ert í biografi, og tað er bølamyrkt. Men ístaðin fyri at síggja film á lørifti, so hoyrir tú ymisk ljóðbrot.


Fríggjakvøldið ber til at fara í fyrsta føroyska útvarpsbiografin nakrantíð, tá ein heilt serliga søgan verður at hoyra.


Tað er Linda Mortansdóttir, systir Rasmus Rasmussen, sála, sum fer at fortelja søguna um tvíburðabróðurin.


- Ein útvarpsbiografur er júst sum ein filmsbiografur, men heldur enn at hyggja lurtar tú eftir eini søgu. Tú situr í myrkri, og sostatt er lættari lurta, tí einki órógvar, og tú hevur lættari við at skapa tínar egnu myndir, sigur Linda Mortansdóttir, sum skipar fyri tiltakinum.


Umframt at fólk kunnu fáa eina serliga uppliving, er hetta ein møguleiki at stuðla Fountain House, ið er ætlað fólki, ið onkursvegna hava tað torført sálarliga.


Í morgunsendingini fortaldi Linda Mortansdóttir um hetta serstaka tiltakið, sum verður á Tjóðpalli Føroya fríggjakvøldið klokkan 20.00.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024