- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Konsertin var fantastisk
02-10-2015
- Hóast teir ganga móti teim 50 árunum, vóru teir fantastiskir á pallinum, sigur Tina Tórarenni, ið var á konsert hjá Take That í gjár
- Teir fáa seks stjørnur við píli uppeftir frá mær.
Soleiðis sigur Tina Tórarenni, sum í gjárkvøldið var millum teir 10.500 áhoyrararnar, sum høvdu leitað sær til Boxen í Herning at lurta eftir Take That.
Bólkurin var ein tann størsti og kendasti dreingjabólkurin í 90unum. Tá taldu teir fimm mans, men seinastu mongu árini eru tað Gary Barlow, Mark Owen og Howard Donald.
Hóast teir tríggir tátta í teimum 50 árunum, so vóru teir væl fyri á pallinum í gjárkvøldið.
- Teir sungu allar teir kendu sangirnar, og tað var eitt flott show líka frá byrjan til enda, sigur Tina Tórarenni.
Í Góðan Morgun Føroyar greiddi hon frá konsertupplivingini.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024