13 ungir føroyingar eru deyðir av CTD

06.10.2015 - 09:00
InnlendisHeilsa
13 ungir føroyingar eru deyðir av CTD
Tað vísir gransking, sum læknin Jan Rasmussen hevur gjørt av føroyingum, sum hesa tíðina brádliga doyðu, uttan nakran eyðsýnda orsøk
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Jan Rasmussen hevur kannað øll tey, sum frá 1979 til 2011 brádliga eru deyð og har líkskoðan varð gjørd, eini 40 tilsamans.

- Vit hava kannað vevnaðin hjá hesum, og vit endaðu á 13, sum vóru deyð av CTD, sigur Jan Rasmussen.

 

Øll deyð av sandoyar-variantinum

Ílegukanningar vístu, at øll hesu høvdu álvarsama variantin av CTD, N32S/N32S, eisini róptur sandoyarvarianturin.

Umleið 150 føroyingar hava fingið staðfest CTD, og umleið 50 av hava hetta slagið, tvær ferðir N32S

- Hetta vísir, at tað er serliga tey, sum vit skulu halda eyga við og sum ikki sleppa undan at taka karnitin, sigur Jan.

 

Tíggindi hvør er berari

Ein út av 300 føroyingum hava sjúkuna, CTD, og tíggjundi hvør føroyingur er berari.

- Um man skal fáa nakað positivt burtur úr hesum, so hava tey avvarðandi fingið svar uppá, hví hesu ungu brádliga doyðu, sigur Jan Rasmussen, lækni og Ph.d

15.000 føroyingar hava enn ikki latið seg kanna fyri CTD. Til ber at lata seg kanna beinleiðis á laboratoriinum á Landssjúkrahúsinum.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. mai
"Her er einki annað ljóð."
191893
Mánadag 19. mai
Morgunlestur mánadagur 19.mai 2025
192051
Mánadag 19. mai
Góðan morgun Føroyar
192041
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959