- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitan
Tað er longu fleiri ár síðan, at lækni Ulrika Steuerwald vísti á, at PKU royndin ikki fangar øll pinkubørn við CTD.
PKU er blóðroynd, ið verður tikin av øllum pinkubørnum nakara fáa tímar eftir at tey eru fødd. Tey verða kanna fyri 16 ymiskar viðføddar sjúkur, har millum CTD.
PKU fangar ikki CTD
Men PKU fangar ikki CTD hjá pinkubørnum, og tí er ætlanin, at øll pinkubørn í Føroyum skulu ílegukannast fyri ílegusjúkuna CTD í framtíðini.
Hagtøl vísa, at tað eru pinkubørn ið ikki verða fangað við PKU royndini. Umleið 600 børn verða fødd í Føroyum um árið, og roynt statistiskt so hava eini 2-3 av teimum pinkubørnum CTD.
Fá pinkubørn fáa staðfest CTD
Síðan 2013 hevur onki pinkubarn fingið staðfest CTD og bert seks síðan 2010. So út frá hagtølinum, so eru smábørn har úti, ið hava CTD, men ikki fáa viðgerð fyri sjúkuna.
Í sendingini greiða læknanir Ulrika Steuerwald og Jan Rasmussen frá sjúkuni CTD, og mammurnar Paula Nicolajsen og Sunneva M. Jensen fortelja hvussu tað var at fáa barn við CTD og hvussu barnið hevur tað í dag.
Lurta eftir sendingini.
Meiri kunning um CTD, trýst HER
Heimasíðan hjá CTD felaginum, trýst HER
Á hesum støðum kanst tú lata teg kanna fyri CTD:
Landssjúkrahúsið:
Ambulatoriið (tann blái bygningurin)
Mánadag -fríggjadag millum kl. 8-11
Klaksvíkar Sjúkrahús
mánadag - fríggjadag millum kl. 8-10
- Á læknamiðstøðini í Gøtu
Hósdag millum kl. 08.15 - 09.30
Suðuroyar Sjúkrahús
Mánadag - fríggjadag millum kl. 8-13
- Á heilsumiðstøðini á Vági
Týsdag og hósdag millum kl. 9-11