- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Sandstrondin í Haldórsvík, sum hvarv tá verjugarður varð gjørdur uttanfyri havnarlagið í Vík í áttatiárunum, er veruleiki aftur. Fyri nøkrum vikum síðani kom sandbátur við sandinum, og bygdarfólkið er fegið um hetta átak. Fróðarmaðurin Poul Grunnveit greiðir frá hesum og ymiskum øðrum viðurskiftum í Vìk.
Eimi Hellisá og Hans Petur Samuelsen bygdu nýggj sethús í Vík fyri seks árum síðani. Teimum dáma væl í heimbygdini. Kortini hevur tankin um at flyta longur suður í Sundalagið spøkt, tí aðrar familjur við børnum eru fluttar hagar skúli, barnagarður og hentleikar eru. Men fyribils verða tey búgvandi í Vík.
13 ára gamli Mikkjal Hellisá gongur í 7. flokki í heimbygdini, og hann gleðir seg til at fara í framhaldsdeild í Felagsskúlanum á Oyrabakka. Kortini heldur hann, at tað er stórt spell, at skúlin í Vík skjótt letur aftur, tí tað er stórur fyrimunur at ganga í einum lítlum skúla.
Haldórsvíkar Avhaldsfelag hevur altíð verið eitt virkið felag, og forkvinnan, Jórun Andreasen, sigur, at endamálið hjá felagnum er tað sama, hóast tiltøkini onkuntíð hava verið fleiri í tali.
Tensa Hansen er 96 ára gomul og elsta fólk í Haldórsvík. Hon er væl nøgd at búgva einsamøll í húsi. Hon er uppkallað eftir donskum lækna, ið kom til mammuna, tá Tensa varð fødd.
Tríggjar systrar úr Vík hava allar mann úr Tjørnuvík og tær búgva allar á Ovaravegi í Haldórsvík og eru nógv saman. Í sendingini hitta vit Jóhonnu Olsen og Hallgerð Hansen.