Góðan morgun Føroyar

Avvarðandi kunnu fyribyrgja depressión
14-10-2015
Psykiatriski depilin bjóðar skeið fyri avvarðandi hjá fólki, ið dragast við eina sálarsjúku. Í næstu viku byrjar undirvísing í depressión

Eingin kann áhaldandi hava umsorgan fyri øðrum uttan eisini at hava umsorgan fyri sær sjálvum. Soleiðis ljóðar yvirskriftin í faldaranum "avvarðandi hjá fólki við sálarsjúku"

 


Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum bjóðar undirvísing til avvarðandi, í depressión, psykosu og skizofreni, umframt persónleikaólag. Fyrst verður byrjað við undirvísing fyri avvarandi hjá fólki við depressión.

 

Maria Andreassen Hentze og Eydna Iversen Lidenskov greiddu frá møguleikanum fyri undirvísing. Tær arbeiða báðar á psykiatriska deplinum sum sjúkrarøktarfrøðingar, men Maria er eisini avvarðandi. 

Tað kann gera so stóran mun, um tey avvarðandi hava innlit í sálarsjúkuna hjá tí, sum er sjúkur ella hevur verið sjúkur. Tað kann fyribyrgja at depressiónin kemur aftur, um tey avvarðandi vita hvussu tey skulu vera um tann, ið er sjúkur. 

 

Hoyr Mariu Andreasen Hentze og Eydnu greiða frá hví ein undirvísing kann gera mun, og hvussu Maria upplivdi tað at vera avvarðandi hjá einum við depressión. 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Í fleiri ár hevur verið siðvenja, at Niclas Heri Jákupsson lesur upp eina jólasøgu, hann hevur skrivað.
23-12-2025
Hoyr sendingina her
23-12-2025
Jólakalendari, veðrið, kapping og jólakurv
19-12-2025
Veðrið, jól í Brasil og Føroyum, jóltrø frá Kiwanis
18-12-2025
Jólakalendari, veðrið, Poul Ingason, Uni Næs
17-12-2025
Jólakalendari, veðrið, ársins orð 2025
15-12-2025
Veðrið, Beinta diskar, jólakapping
12-12-2025
Jólakalendari, veðrið, 50 ára jubileum sum doktari og sjónvarpsdokumentarur um Christian Matras
11-12-2025
Jólakalendari, veðrið, hondbóltsfólk og fíggjarligur harðskapur
10-12-2025
Jólakalendari, veðrið, løgtingslimir & hóttanir, Ole Tøpholm
09-12-2025
Jólakalendari, veðrið, norovirus, ynskitræið
08-12-2025
Jólakalendari, veðrið, hondbóltsprát, kapping og arbeiðslív í Grønlandi
05-12-2025