Góðan morgun Føroyar

Nýtt tilboð til ung sálarsjúk
19-11-2015
Almannaverkið byrjar um ein mánað við serligum tilboði til ung fólk, sum hava samdøgurshjálp fyri neyðini orsaka av sálarsjúku.

Í desember letur nýggjur stovnur upp til ung fólk, sum hava sálartrupulleikar, sum krevja samdøgursviðgerð.

Áður hava ung fólk við sálarsjúkum verið send av landinum í longri ella styttri tíðarskeið, til viðgerð, og hetta hevur havt við sær stórt inntriv í familjulívið hjá unga fólkinum, og teimum avvarandi.

Almannaverkið hevur nú fingið hús í Havn, har pláss eru til fimm ung fólk við sálartrupulleikum. Her verður givið teimum venjng í at liva gerandisdagin sum flest onnur fólk, eitt nú við skúla- og arbeiðsmøgulleikum.

Stovnurin verður fíggjaður av játtanini til almannaverkið, men Birita Clementsen leggur afturat, at stórar sparingar eru, at geva hesum ungu fólkunum viðgerð í Føroyum.

Frá Almannaverkinum vóru Oddbjørg Johansen, dagligur samskipari og Birita Clemmentsen, eindarleiðari, komnar í útvarpsstovuna at greiða frá um nýggja stovnin.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024