Mentanarkaféin

Marjun hevur nógv jørn í eldinum
26-11-2015
41 ára gamla Marjun Syderbø Kjelnæs úr Havn vann kappingina um nýggja føroyska samtíðarskaldsøgu. Marjun er virkin og fjølbroyttur rithøvundur

Sjey handrit komu inn til kappingina um at skriva nýggja føroyska samtíðarskaldsøgu, sum Bókhandlarafelagið hjá føroysku bókhandlunum, skrivaði út í novembur í fjør.

Á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið varð virðislønin latin Marjun Syderbø Kjelnæs, rithøvundi. Í dómsnevndini sótu umboð fyri LISA (Listasamband Føroya), fyri bókhandlararnar, Bókadeild Føroya Lærarafelags, Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum og eitt lesaraumboð.

Treytin var, at bókin skal vera samtíðarskaldsøga og í høvuðsheitum fara fram í føroyska samfelagnum. Søgan kann fara aftur í tíð, um tað er av týdningi fyri skaldsøguna. Harumframt var eisini krav um longd á søgu og síðutal.

Marjun Syderbø Kjelnæs er av virknastu rithøvundum í Føroyum. Hon hevur skrivað barna- og ungdómssøgur, hevur givið út yrkingasøvn, hevur skrivað sjónleik, er í gongd við filmshandrit, skrivar sangtekstir til Eivør, hevur í gerð tekstir til tónleikaverk, eisini er nýtt yrkingasavn ávegis.

Marjun er heiðrað við nógvum virðislønum, bæði føroyum og útlendskum, eitt skifti skrivaði hon burturav, tí hon fekk í 2008 3 ára starvsløn frá Mentanargrunninum. Og nú hevur hon eisini skrivað eina skaldsøgu.

Og oman á alt gongur hon eisini í skúla - hon lesur føroyskt á Setrinum. Hon hevur fyrr skrivað ungdómsskaldsøgu - mong munnu kenna "Skriva í sandin". Vit spyrja fyrst, um munur er á ungdóms- og vaksnamannaprosa?

Mentanarkaféin

Mentanarkaféin er fasta mentunarsending útvarpsins. Á Mentanarkaféini verða evni innan estetiska mentanarøkið og list umrødd og viðgjørd við samrøðum, ummælum, kjaki og frásagnum. Talan er eitt nú um arkitektur, bókmentir, dans, design, leiklist, myndlist og tónleik. Skiftandi vertir

 

Eisini frætta vit um Minnist tú enn konsertina hjá Tórshavnar Big Band, og Norðurbryggjuna í Keypmannahavn
31-05-2017
Við samrøðum, práti, livandi tónleiki og væluppløgdum áskoðarum varð vitjað í stásiligu Saltsiluni á Drelnesi
25-05-2017
Vónbjørt Vang útgreinar bøkur til summarlesna, og vit eru á neyvari ferð í føroyska tungmálmsumhvørvinum
17-05-2017
Vit frætta um William Heinesen sum myndlistamann, um Jógvan Hansen og Grøna Herbergið, og Leif Abrahamsen, ið vísir á maritima mentanararvin
10-05-2017
Við samrøðum og livandi tónleiki
05-05-2017
Vit vitja í atelierinum hjá Tróndi og Brandi Patursson, tosa við Jákup R. Hansen um Luther, og hitta nýggja leiðaran í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
28-04-2017
Í gjónnið í Elduvík hitta vit Rúna og Susanne Brattaberg, vit ummæla kirkjuhúsið í Hvannasundi, hitta Arnold Vegghamar, og skifta orð um kirkjulist
12-04-2017
Vit tosa við Beinir Bergsson, ummæla High School Musical 2, fregnast um film hjá Havnar Sjónleikarfelag, og fáa innlit í list Thomas Arge
06-04-2017
Við livandi tónleiki, gestum, frásøgnum, og áskoðarum
31-03-2017
5,5 stjørnur frá Rudolfi Joensen og Birnu Heinesen til Verjurøða holubúgvans
24-03-2017
Samrøða við Martin Røen framleiðara hjá DR um verkætlanina, At the Heart of a Selkie, við Eivør og DR Big Band
17-03-2017
Í Mentanarkaféini hesuferð hitta vit Kim Simonsen, ið er yrkjari og bókmentafrøðingur
15-03-2017