- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist

Eilif Samuelsen er fuglfirðingur, sum hevur búð í Havn í 50 ár. Hann hevur arbeitt sum lærari, verið fakfelagsformaður og bæði løgtings- og landsstýrismaður.
Hann varð føddur inn í Sambandsflokkin. Abbi hansara var sjálvur Andrass Samuelsen, sum var oddmaður floksins eitt mannaminni.
Eilif er sonur Steingrím Samuelsen, sum tók við sum sýslumaður í Fuglafirði eftir Andrass. Mamman var Lena, dóttir Jákup á Høvdanum í Fuglafirði.
Mamma Eilif Samuelsen sang altíð, og frá henni fingu børnini hugin til tónleik og sang. Her er tann fyrsta av seks sendingum, har Eilif Samuelsen er gestur hjá Jógvani Arge.

Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.



