Góðan morgun Føroyar

Yndisligur og inniligur tónleikur hjá Leu Kampmann
13-01-2016
19 ára gamla Lea Kampmann hugtók saman við Leo Lávík og Vinjar Egilsnes Petersen, tá tey sungu og spældu í Góðan morgun Føroyum

Lea Kampmann, sum hevur búð í Danmark, síðan hon var fimm, er fyri kortum flutt aftur til Føroya, her hon hevur skipað ein bólk saman við Leo Lávík, Vinjar Egilsnes Petersen og Magnusi Lydersen. Hon hevur altíð fingist við tónleik.

Violin, klaver, gittari og sangur hava fylgt henni, síðan hon var smágenta. Í dag er Lea Kampmann 19 ár, og í morgunsendingini spældi hon saman við 19 ára gamla Leo Lávík og 17 ára gamla Vinjar Egilsnes Petersen løgini Silver Lady og Flood, sum tey sjálv hava gjørt.

Lea Kampmann hevur spælt nógv í Danmark, men hevur eisini havt nakrar framførslur í Føroyum, síðan hon flutti heim. Løgini, hon spældi í Góðan morgun Føroyum, vera ætlandi á komandi útgávuni, sum tey nú eru farin undir at fyrireika.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Nýggja framleiðslufelagið Bad Weather Productions og kapping
09-10-2026
Prát og veðrið
09-10-2026
Bróstkrabbi, Janus Rasmussen
08-10-2026
Fólk og dólgar í Kardamummubýnum, veðrið
08-10-2026
Sjónvarpsrøður, bannaðar bøkur
07-10-2026
Prát og veðrið
07-10-2026
Svimjisambandið hevur fingið nýtt forfólk og virkið heyst er í Klaksvík
06-10-2026
Vit hava samband við okkara mann í Kazakhstan og veðurstovu Føroya
06-10-2026
Skynsom talgilding, Ráðið fyri ferðslutrygd 50 ár
05-10-2026
Prát og veðrið
05-10-2026
South Border, Suni Merkistein
02-10-2026
Prát og veðrið
02-10-2026