Góðan morgun Føroyar

DR heitti á Kristel um at syngja
14-01-2016
Tað var ikki Kristel, ið bjóðaði seg fram, men Danmarks Radio, sum heitti á Kristel, um at syngja til Melodi Grand Prix

21. februar verður Kristel Lisberg at hoyra í danska Melodi Grand Prix saman við níggju øðrum, tá hon fer at syngja sangin Who Needs a Heart.

Tað eru longu fleiri dagar síðani, at tað kom fram, Kristel og onnur skulu kappast í danska Melodi Grand Prix, men ikki fyrr enn í gjár hevði Danmarks Radio tíðindafund - og tástaðni slapp Kristel at tosa um tað.

Kristel Lisberg gleðir seg at sleppa á stóra pallin í Horsens, hon er errin av at vera við, og so vónar hon, at føroyingar fara at stuðla henni í kappingini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Koyr saman í ítrótti og altjóða badmintonkapping í Føroyum
20-10-2026
Kapping og prát
16-10-2026
Prát og veðrið
16-10-2026
Viðmerkingar í býnum, føroyskar røður
15-10-2026
Leivur vil liva, veðrið
15-10-2026
Hvat krevst fyri at lata arbeiðsmarknaðin upp fyri fólki, ið hava skerdan førleika? Og hvussu er lívið aftaná krabbamein?
14-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
14-10-2026
Nýggj bók um Mikladals kirkju og heystfjøllini gingin
13-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
13-10-2026
Menning av vørum úr sjónum, Jens Jákup Hansen
12-10-2026
Prát og veðrið
12-10-2026