Góðan morgun Føroyar

Thomas súkklar um verðina
14-01-2016
Thomas Andersen hevur seinastu fimm árini súkklað gjøgnum allar heimspartarnar. Hann hevur verið í 65 londum

Antarktis undantikið hevur danin Thomas Andersen nú sett súkkluna á seinasta heimspartin, sum hann fer at súkklað ígjøgnum. Staddur í Cape Town í Suðurafrika roknar hann við, at hann verður í Danmark í heyst.

At ferðast á súkklu er heilt øðrvísi enn at ferðast við flogfari, skipi ella bili. Og so er tað munandi bíligari, sigur Thomas Andersen.

- Eg havi eitt mál, sum er, at eg skal liva fyri 100 krónur um dagin. Tá er alt íroknað, sigur Thomas Andersen, sum leggur aftrat, at tað ber væl til.

Thomas, sum arbeiddi í Føroyum í eitt ár fyri fimm árum síðan, er 32 ára gamal og útbúgvin verkfrøðingur.

Tú kanst fylgja Thomas Andersen á hansara ferð her.

Mynd: Thomas Andersen / www.cyclingtheglobe.com

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Nýggj forkvinna í etiska ráðnum, spurnarkapping
23-10-2026
Mentanarvirðislønir landsins, veðrið
23-10-2026
Matvitin, Lokkarin í nýggjum klæðum
22-10-2026
Prát og veðrið
22-10-2026
SíggjaSunn, starvsfólk á Herberginum
21-10-2026
Prát og veðrið
21-10-2026
Koyr saman í ítrótti og altjóða badmintonkapping í Føroyum
20-10-2026
Kapping og prát
16-10-2026
Prát og veðrið
16-10-2026
Viðmerkingar í býnum, føroyskar røður
15-10-2026
Leivur vil liva, veðrið
15-10-2026