Góðan morgun Føroyar

Miðvingur mitt í mótaverðini
02-02-2016
Egor Venned er 17 ár. New York, Milano, Paris eru býirnir, hann arbeiðir mest í. Versace, Armani, Balmain eru millum merkini, hann gongur fyri

Castings, fittings og shows. Tað eru lyklaorðini í gerandisdegnum hjá Egor Venned. Hann ferðast um heimin, Elite Copenhagen er skrivstovan, hann umboðar, heimsins mótamiðdeplar eru hansara arbeiðspláss og sniðgevarnir, ið hava skapt tey størstu og dýrastu merkini, vilja hava miðvingin at ganga í teirra klæðum. Umframt tey nevndu merkini, hevur Egor gingið fyri Versace, Dolce&Gabbana, Fendi, Dsquared2 og Moschino.

Egor Venned greiddi í morgunsendingini frá tilveruni sum modell, hvussu ein gerandisdagur er, um hvussu nógv stríð, hvussu nógvir tímar eru aftan fyri eina mynd ella eitt show og eisini, hvussu tað er at vera at koma heim, vera saman við vinmonnunum, eta ósunt og gera júst tað, hann hevur hug til.

Fleiri myndir av Egor Venned eru her.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Seyðahúsið við ánna, føroyskur dansur
02-11-2026
Prát og veðrið
02-11-2026
Reyði Krossur Føroya 100 ár og spurnarkapping
30-10-2026
Nýggj bók til vaksin og børn um seksualitet og mørk, ræðsluhús í Vestmanna
29-10-2026
Vit tosa um málningalist í hesum tímanum
28-10-2026
Prát og veðrið
28-10-2026
Kobbalátur, stuttfilmar í Vágs kommunu
27-10-2026
Altjóða bamsudagur, veðrið
27-10-2026
Bróstkrabbi - grein og bók, og mentanarvirðisløn landsins
26-10-2026
Nýggj forkvinna í etiska ráðnum, spurnarkapping
23-10-2026