Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Húsum
09-02-2016
Í dag vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini á Húsum í Kalsoy, sum á nýggjárinum fer upp í Klaksvíkar Kommunu. Tað er eitt av evnunum í sendingini

Andrass Joensen, húsamaður í Havn, greiðir frá revahaldinum, sum var báðumegin seinna heimsbardaga, frá tí stásiligu Húsa kirkju og frá gomlu roykstovuni, sum er frá 1500 talinum, tá Húsa Pætur var í vælmaktini.

Fyri fyrstu ferð í eini 25 ár fara nýggj sethús at koma upp á Húsum. Hjúnini Gudrun Bláskor, sum er uppvaksin á Húsum, og Jákup Samson, sum er klaksvíkingur, fara at byggja. Planeringin er liðug og tey hava gjørt av, at tað skulu verða eini sniðhús.

Handilin og reiðaravirksemið á Bakka fyrst í seinastu øld hevði stóran týdning fyri bygdina. Páll Sørensen, vanliga nevndur Páll á Bakka, greiðir frá handilsvirkseminum hjá abbanum, ið hevði skip og bátar og keypti fisk at turka.

Bygdaráðið fyri Húsa Kommunu hevur gjørt av, at fara upp í Klaksvíkar Kommunu á nýggjárinum. Magni Garðalíð borgarstjóri sigur, at nú øki verða løgd út til kommunurnar at umsita, ber tað ikki longur til at hava eina so lítla kommunu sum Húsa Kommunu við umleið hálvthundrað borgarum.

Fríða Isaksen er leiðari á Smoltstøðini í Knúksdali og hon heldur, at tað hevur stóran týdning fyri plássið, at hava nøkur føst arbeiðspláss á staðnum.

Sjey ára gamli Gunnar Syderbø er annar av næmingunum í Húsa skúla, og honum dámar avbera væl at ganga í skúla.

Postmaðurin í Kalsoynni er danin Kent Færch Christiansen, sum býr á Húsum saman við konuni Jóhonnu Mariu Isaksen. Hann lærir eisini til smið í Klaksvík og hon hevur tikið við einum lítlum festi á Húsum og um summarið ger hon rabarbusaft.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Tær eru tríggjar systrar úr Húsavík, sum eru føddar sama dag ymisk ár, summarmáladag. Og húsfrúgvin, sum var óvanliga rík og livdi um ár 1400, hevur eisini gjørt bygdina kenda
06-05-2024
Húsavík er millum elstu bygdir í landinum. Her eru nógvar søgur og sagnir og her eru fleiri gomul hús varðveitt enn nógva aðra staðni í landinum
29-04-2024
Í dag er túrurin í býlinginum á Sevmýri, har nógvar søguligar uppgerðir hava verið í fótbólti, men her henda stórar broytingar júst nú. Og vit hitta fleiri fólk, ið búgva her
15-04-2024
Høvuðspersónurin á túrinum í dag er 91 ára gamli gjáarmaðurin Petur Jacob Sigvardsen, sum hevur givið fleiri og 20 bøkur út eftir at hann bleiv pensiónistur
25-03-2024
Tey hava sungið nærum kring alt landið, og tað er hugtakandi at hoyra og síggja kórið Sangfuglar við minnisveikum fólkum framføra kórsang. Kórið hevur verið til í seks ár
18-03-2024
Í ár varð serliga nógv gjørt burtur úr í sambandi við kvinnudagin 8. mars. Tiltøk vóru alla vikuna og vit hoyra um nøkur á hesum túrinum.
11-03-2024
Fyrstu sethúsini í býlinginum á Breiðabliki í Havn vórðu reist fyri góðum 20 árum síðani. Og í dag vita tey, sum har búgva, at siga frá nógvum søgum
04-03-2024
Fyri 18. ferð hava torradagar verið í Klaksvík. Eitt tiltak, sum samlar nógv fólk í sambandi við fiskivinnu og mentan. Á hesum túri vitja vit fleiri av tiltøkunum
26-02-2024
Gamla Hospital í Havn, sum varð tikið í brúk í 1829, kemur nú til heiður og æru aftur. Í 43 ár hava Vanja Petersen og onnur arbeitt við at fáa tað til eitt savn ov fortíðina
19-02-2024
Næstseinasta vikuskifti var ein hópur av tannáringum á Mini Teen Street á Kambsdali. Í sendingini hitta vit fleiri, sum eisini plaga at vera á altjóða leguni í Týsklandi
12-02-2024
400 ára gamli studentagarðurin í Keypmannahavn, Regensen, er framvegis siðbundin studentagarður og har búgva í dag fimm føroyingar. Teir gomlu siðirnir eru framvegis á Garði
05-02-2024
Útróðrarbátar í Klaksvík fáa nógvan fisk, tá tað viðrar at sleppa út. Teir eru á einum máli um, at teir hava ikki niðurfiskað toskastovnin og teir eru ósamdir við frøðingarnar
29-01-2024