Grannskoðarar sleppa ikki í Hægstarætt

12.02.2016 - 12:04
InnlendisSamfelag
Grannskoðarar sleppa ikki í Hægstarætt
Procesbevillingsnævnet heldur ikki, at málið er nóg prinsipielt at royna í Hægstarætti

Grannskoðararnir í nógv umrødda grannskoðaramálinum sleppa ikki í Hægstarætt við málinum.

Danska Processbevillingsnævnet, sum tekur støðu til, hvør sleppur í Hægstarætt við kærumálum, metir ikki, at málið er nóg prinsipielt at royna í Hægstarætti.

Advokaturin hjá granskoðarunum, Christian Andreasen, harmast um avgerðina, tí eftir hansara tykki var málið nóg prinsipielt at kunna fara í Hægstarætt.

Málið snýr seg um tveir grannskoðarar, sum vildu hava rættin at ógilda avgerðina hjá Løgmansskrivstovuni um at strika løggildingina, sum grannskoðararnir fingu í 2007.

Málið byrjaði í 2010, og grannskoðararnir stevndu Løgmansskrivstovuni í 2012.

Bæði Føroya Rættur og Landsrætturin hava fríkent Løgmansskrivstovuna.

Grannskoðararnir sum stevndu Løgmansskrivstovuni vóru upprunaliga fýra, men tá dómsviðgerðin var, vóru teir bert tveir. Hinir eru farnir í aðra vinnu.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

 

Mynd: Christian Andreasen er advokatur hjá grannskoðarunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860