Góðan morgun Føroyar

Soleiðis er Melodi Grand Prix
12-02-2016
Hvussu er at vera við í Melodi Grand Prix? Hvat spyrja fjølmiðlafólkini um? Hvat hendir, tá ljósini á pallinum slókna? Fá svarini her

Pætur við Keldu og Jens Marni Hansen hava báðir verið við í Melodi Grand Prix, har Kristel Lisberg fer at kappast í annaðkvøld. Teir báðir greiddu frá, hvussu tað er at vera við í kappingini, og hvat hendir handan leiktjøldini og góvu Kristel Lisberg nøkur góð ráð. Somuleiðis greiddi Kristel frá, hvussu hon hevur tað beint nú, og hvat er á skránni hjá henni inntil finaluna.

Annars hava fleiri føroyingar verið við í Melodi Grand Prix. Tann fyrsti var Annika Hoydal í 1979 við Alduni. Síðan kom Pætur við Keldu við Som en drøm í 2002. Í 2004 sang Petsi Tvørfoss Mest når det er regn. Í 2008 royndu The Dreams seg við Lad mig være. Síðani kom Jens Marni Hansen í Melodi Grand Prix og sang Gloria. Og í ár er tað so Kristel Lisberg og Who Needs a Heart.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024