Við Tórði á túri

Við Tórði á túri Frammi við Gjónna
18-06-2018
Frammi við Gjónna við Leynavatn búleikaðust fólk í eini hálvtannhundrað ár. Í sendingini í dag hoyra vit, hvussu lívið var í hesum avbyrgda plássi

Tórður Mikkelsen vitjar við mikrofonini Frammi við Gjónna saman við 92 ára gomlu Honnu Jacobsen úr Sørvági og 86 ára gamla Robert Magnussen úr Vestmanna, ið fyri ein stóran part vuksu upp hjá ommuni og abbanum í hesum avbyrgda plássi.

Tað er heilt týðiligt, at systkinabørnini bæði hava nógv góð minnir frá barnaárunum Frammi við Gjónna, sum standa á einum sera vøkrum og friðsamum bletti við Leynavatn.

Menninir Frammi við Gjónna vóru kendir smiðir. Annars greiða Hanna og Robert frá, hvussu tey livdu í náttúruni og av náttúruni.

Sonur Robert, Pauli Magnussen, er eisini við á túrinum og hann hugleiðir um umstøðurnar hjá pápanum at vaksa upp her.

Sendingin varð fyrstu ferð send tann 15. februar 2016. 

Við Tórði á túri

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. 

86 ára gamli Rólvur Sivertsen í Norðdepli var nakrar mánaðir í 1955 húskallur í Niðristovu í Norðradali, og ta tíðina minnist hann sera væl
02-11-2026
Fyri júst 50 árum síðani, 23. oktober 1976, sakk ídnaðartrolarin Havaldan við Hetland og øll manningin varð bjargað. Tríggir av manningini greiða frá dramatisku tímunum
26-10-2026
Tyrlutænastan hjá Atlantic Airways er so mangt. Umframt at røkja rutuflúgving til útoyggjar tryggjar hon at Føroyar hava eina tilbúgving alt samdøgrið
19-10-2026
Umstøðurnar í Heygshaga eru nógv broyttar hesi seinastu árini, tí áseyðatalið varð minkað ein fjórðing. Tey eru væl nøgd, tí seyðurin er nógv betri nú enn fyrr
12-10-2026
Hovbingar eiga Tjaldavíkshólm, sum er í Tjaldavík beint sunnanfyri Øravík. Hólmurin er 75.000 fermetrar til víddar og er millum 50 og 100 metrar úti á víkini.
05-10-2026
Fuglfirðingurin Jógvan Julius Joensen, sum frá ungum árum búði í Gilleleje, upplivdi sjálvur víða gitnu hendingina, tá 60-80 jødar krógvaðu seg á loftinum í Gilleleje kirkju
28-09-2026
95 ára gamli Jóan Pauli Næs úr Nesi í Hvalba greiðir frá barnaárum, sjólívi og øðrum, og vit vitja hansara barnaheim úti í Nesi
21-09-2026
Nógv halda, at garðaskøran er blivin ein umhvørvistrupulleiki í Føroyum, tí hon veksir so væl og trokar annan vøkstur burtur har hon er. Skipað verður fyri týningartiltøkum
29-06-2026
Við jøvnum millumbilum, umleið 14 dagar ímillum, verður skipað fyri døgurða við føroyskum rættum fyri eldri monnum í Klaksvík. Hugsað verður m.a. um einkjumenn
22-06-2026
Fyri hálvari øld síðani varð fyrsta træið í viðarlundini í Leirvík, Limmulund, sett niður. 50 ára ára dagurin 9. juni bleiv serligur fyri tey avvarðandi hjá Oliviu Joensen
15-06-2026
Ein av fyritøkunum, ið bleiv stovnað í 1800-talinum, er S.P. Petersen í Fuglafirði, sum einaferð hevði 400 fólk í arbeiði. Gomlu handilshølini eru nú prýði fyri ferðafólk
08-06-2026
Tað er eisini ein náttúruuppliving at vitja skotaska høvuðsstaðin Edinburgh, og føroyingarnir vit hitta á hesum túri, hava nógv gott at siga um Edinburgh
01-06-2026