Góðan morgun Føroyar

19 ára gamla Poula lesur upp stuttsøgur
18-02-2016
Hoyr Poulu Eyðbjørnsdóttir av Toftum lesa upp tvær stuttsøgur og greiða frá, hvar hon fær sín íblástur frá og hvussu hon annars arbeiðir

Hóast ung er Poula ikki heilt óroynd, tá tað kemur til at skriva og lesa upp. Alt tað hon minnist hevur mamman lisið fyri. Síðani fór hon at lesa sjálv og tekna. Seinni komu talubløðrur til tekningarnar, sum síðani vórðu avloystar av stuttsøgum, ið Poula Eyðbjørnsdóttir nú skrivar.
Í november 2014 skrivaði hon eitt nú stuttsøguna Fjøðurin til kappingina 650 orð, sum Góðan morgun Føroyar skipaði fyri. Søgan varð vald út og lisin upp í Kringvarpinum. Í fjør var henda søgan og ein onnur útgivin í bók saman við øðrum søgum frá kappingini.

Seinastu tíðina hevur Poula Eyðbjørnsdóttir lisið upp alment ymsastaðni. Í kvøld, hóskvøldið klokkan 20.00, fer hon at lesa upp í Sirkus í Havn. Hetta saman við Teresu Reinert og Unn Danielsen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026