Credo

Credo: Kópakonusøgnin er kend um allan heimin
21-02-2016
Kópakonusøgnin er millum annað kend bæði í Mikladali, Íslandi, Írlandi, Arabia, Kyrrahavinum og í Grønlandi

Enna Garðshorn Mikkelsen, er cand. mag. í evropeiskari etnologi. Hon hevur skrvað eina t mentanarfrøðiliga bók um kópakvinnusøgnina í alheims skapi og bókin er komin út á trimum málum.

Í arbeiðinum við bókini hevur Enna Garðshorn Mikkelsen leitað aftur í fyrndini í Miðeystri, í arabiskari miðøld, í bretskari victoriutíð, í gomlu keltisku mentanini, í norðurlendskari mentan, í grønlendskari mentan og í Kyrrahavs mentan. Kópakonusøgnin er allastaðni!

Søgnin um kópakvinnuna hevur livað í fleiri hundrað ár sum munnborin skaldskapur. Søgnin sigur okkum, hvussu folk ímyndaðu sær eitt og annað í gamla bóndasamfelagnum. Hon kann takast úr hesum søguliga samanhangi og knýtast at vanligum royndum, sum nútíðarmenniskju gera sær. Kópakonan leiðir okkum inn í týdningar, ið eru um erotiska tráan, kærleika, at knýta bond, um at noyðast at fara frá onkrum, um sakn, sorg og longsul og um fyrigeving og revsing. Søgnin kann eisini síggjast sum ein mynd av rættarleysu og kúgaðu støðuni, kvinnur hava í einum partriarkalskum samfelag, yvirvøld.
Umframt mentanarfrøðiligu viðgerðini av kópakonusøgnunum hevur Enna Garðshorn Mikkelsen enduryrkt føroysku kópakonusøgnina úr Mikladali og latið hana í ein nútímans málsigan búna.
Stafettina hevur Noomo Kunoy Heradóttir. Hon er 37 ár og sjúkraføktafrøðingur og mamma trimum børnum.
Í samband við arbeiðnum hjá manninum, hava tey búð í nógv ár ymsastaðni í heiminum.
Stødd í Singapore endaði Noomi í einum ferðsluóhappi. Tá komu eina rúgva av tonkum " atnú endar lívið og eg havi ikki roynt alt tað, sum eg vildi".
Komin yvir skelkin, skrivaði Noomi ein lista, hvat hon vildi gera. Læra at dansa, at skriva filmhandrit og bøkur.
Og væl hevur gingið!

Credo

Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju. Vertur: Armgarð Arge
Okkum leingist aftur til hetta fjarskotna landið.
10-03-2024
Lívið hevur givið Ann Randi nógvar avbjóðingar.
25-02-2024
"Eg fari, har eg verið send".
18-02-2024
"Øll bygdin var í sorg".
11-02-2024
Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, er gestur í hesi serstaku jólaútgávuni av Credo, ið er snýr seg um sálmaskaldið B. S. Ingemann
26-12-2023
Tá børn skeiklast, tí foreldrini ikki megna at geva barninum tryggan barndóm.
03-12-2023
Menn eru meira einsamallir enn kvinnur og tosa eisini minni um trupulleikar, og tað gongur út yvir teirra heilsu og trivnað
26-11-2023
Hvussu lesa og skilja vit ein tekst ?
19-11-2023
"Tað snýr seg um at vera tilvitaður"
12-11-2023
Diakoni er essensurin av livaða kristindóminum millum menniskju.
15-10-2023
Ongin tosaði um sorgarleikin.
08-10-2023