Uttanríkispolitiska heimildarlógin má broytast

06.03.2016 - 14:35
Innlendis›Politikkur
Uttanríkispolitiska heimildarlógin má broytast
Poul Michelsen og Sjúrður Skaale eru misnøgdir við, at danir hvørki hava spurt ella kunnað føroyingar um, at teir fara í kríggj í Irak og Sýria

Fríggjadagin gjørdi Danmark av at fara í vápnað stríð móti IS, sum herjar stór øki í Sýria og Irak. Í fyrstu atløgu fer Danmark at senda F-16 flogfør og servandar hermenn í kríggj móti IS.

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, segði á Facebook eftir, at uttanlandsnevndin hjá Fólkatinginum fríggjadagin hevði gjørt av, at Danmark skuldi í kríggj, at tað er brot á Fámjinsskjalið, at føroyingar ikki vóru kunnaðir frammanundan.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, er samdur. Hann heldur, at uttanríkispolitiska heimildarlógin má broytast. Hóast danska stjórnin í hesum føri breyt uttanríkispolitisku heimildarlógina, boðaði Sjúrður Skaale alment frá, at hann stuðar avgerðini at fara í hernað móti IS.

Tann spurningin skal landsstýrið viðgera í morgin, sigur Poul Michelsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938