- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Tónleikurin hevur hjálpt mær nógv
14-03-2016
Rógvi Odvørson, sum í tónleikinum nevnist Røkkvi, hevur latið sína fyrstu fløgu úr hondum. Heitið er Where Is the Sun
Rógvi Odvørson hevur drigist við tunglyndi í fleiri ár. Fyri seks árum síðan var hann á psykiatriskari deild í Reykjavík.
Ein dagin setti hann seg við eitt gamalt klaver og fór at spæla. Tað var byrjanin til sangin Where Is The Sun, sum er heitissangur á fløguni.
Røkkvi sigur, at hann er takksamur fyri stuðulin, hann hevur fingið frá familju og vinum, og eina serliga tøkk fær dótturin, Sara Bjørt, ið hevur elskað og stuðlað treytaleyst.
Røkkvi hevur útgávukonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, 28. mars, og seinni fer hann uttanlands við tónleikinum.
Hann fer bæði til Danmarkar og Grønlands.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024