- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvist nær nevndin verður liðug

Forkvinnan í Trivnaðarnevndini, Katrin Kallsberg, sigur seg vóna og vænta, at málið verður liðugt avgreitt í nevndini innan ta tíð, men hon kann ikki veita vissu fyri tí.
Stendur tað til hennara, at fer nevndin bara at arbeiða við spurninginum um grein 14, stykki 2, tí hetta var høvuðsorsøkin til, at tinglimir vildu hava málið aftur í nevnd.
Fyri at fáa nøkur av teimum, sum ivast, at atkvøða fyri borgarligari vígslu av samkyndum gjørdu uppskotsstillararnir eitt broytingaruppskot, har mælt verður til at taka grein 14, stykki 2 úr hjúnabandslógini ella at umorða hesa greinina.
Men tað hildu fleiri tingfólk vera ov ógreitt, og mæltu til at beina málið aftur í nevnd. Mál, sum ikki eru liðugt viðgjørt í tinginum, tá tingið fer í summarfrí, fella burtur, tí á ólavsøku byrjar nýggj tingseta.











