- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Í dag, 21. mars, er altjóða Downsymdromdagur, og hesin dagur verður eisini hildin í Føroyum, og tað eru Javni og føroyski Down Syndrom bólkurin, ið skipa fyri.
- Aðrastaðni í heiminum brúka tey at fara í litfagrar, óparaðar hosur fyri at gera vart við hendan dagin. Veðrið í Føroyum loyvir sjáldan føroyingum at vísa hosur í mars, so tí hava vit avgjørt, at bláa neglalakkið skal brúkast í staðin – ella afturat– óparaðu, litríku hosunum.
Vit leggja við bláa neglalakkinum dent á, at fólk við Down Syndromi eins og øll onnur eiga rætt til lívið. Og tí fara vit eisini at heita á øll fólk um at smyrja neglirnar við bláum neglalakki.
Tiltakið í Reinsarínum í dag er ókeypis. Fía Petersen frá Javna og Eydna Skaale, sum skal hugleiða á Downsyndromdegnum, eru í útvarpsstovuni.