Málið móti kommunulækna veksur

05.04.2016 - 21:39
Innlendis›112
Málið móti kommunulækna veksur
Løgreglan hevur fingið fýra fráboðanir aftrat um kommunulæknan, sum er skuldsettur fyri at hava framt kynsligan ágang

Politiið hevur fingið fýra fráboðanir aftrat um kommunulæknan, sum er skuldsettur fyri at hava framt kynsligan ágang móti kvinnum, ið vóru til viðtalu hjá honum.

Til samans hava 17 kvinnur nú meldað kommunulæknan. Ákæruvaldið var annars farið at skriva ákæruritið móti kommunulæknanum í sambandi við 13 fráboðanir.

Men við teimum fráboðanum, sum nú eru komnar aftrat, verður hildið, at tað er skilabest at viðgera allar fráboðanirnar samstundis og ikki hvør sær, sigur Linda Hesselberg, ákæri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302