Góðan morgun Føroyar

Tosið við børnini um barnalokkarar
05-04-2016
Tað er umráðandi, at foreldur tosa opið um teir vandarnar, sum nú einaferð eru úti í samfelagnum, sigur Rigmor N. Arge, sálarfrøðingur

Hvussu skulu foreldur bera seg at, tá tey skulu upplýsa børn síni um barnalokkarar?

Um vikuskiftið bjóðaði ein ókendur maður einari 10 ára gamlari gentu í Kollafirði biltúr og bomm. Gentan segði neitakk, og tíbetur gekk alt væl.

Hendingin hevur elvt til mikla øsing millum foreldur, sum ikki vita, hvussu tey skulu handfara støðuna.

Rigmor N. Arge er sálarfrøðingur og arbeiðir nógv við børnum og ungum. Sambært henni er umráðandi, at foreldur kunna børnini um vandar úti í samfelagnum, sum til dømis barnalokkarar, men samstundis er eisini av týdningi ikki at skapa ein óneyðugan ótta.

- Foreldur skulu ikki vera bangin fyri at fortelja børnunum um barnalokkarar, men tað snýr seg um at tosa við tey um evnið upp á ein natúrligan mátan, tí á tann hátt skapar mann ikki ein óneyðugan ótta, sigur Rigmor N. Arge.

Í morgunsendingini fortaldi Rigmor N. Arge, hvussu foreldur kunnu upplýsa og tosa við børnini um viðkvom evni sum til dømis barnalokkarar.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024