Góðan morgun Føroyar

Suni hevur fingið fast starv sum timburmaður
06-04-2016
Suni úr Hørg, sum hevur bara fimm prosent eftir av sjónini, hevur fingið fast starv sum timburmaður. - Tað er fantastiskt, sigur hann

Eina løtu hevði hann ilt við at trúgva boðunum, tá stjórin ringdi og segði, at hann hevði fingið fast starv, tí tað var 1. apríl. Men tað var eingin aprílsøga. Suni úr Hørg skrivaði fríggjadagin undir sáttmála við Búsetur, sum segði, at hann hevur fingið fast starv sum timburmaður hjá teimum.

Fyri tveimum árum síðan datt Suni ígjøgnum eitt tak. Fallið var tíggju metrar, Suni fekk ógvisligan skaða, millum annað misti hann sjónina. Í dag hevur hann bara umleið fimm prosent eftir av sjónini.

- Skuldi tað hent seg, at eg bleiv uppsagdur, rokni eg ikki við, at nakar timburmaður í heiminum hevði sett meg í starv við tí sjónini, sum eg havi, sigur Suni úr Hørg, sum er ovurfegin um, at hann loksins hevur fingið fast starv, eftir at hava bíðað eftir svari í nakrar mánaðir.

Sí eisini sendingina »Viljin til lívið«, sum Dagmar Joensen-Næs og Jónfinn Stenberg gjørdu í november í 2015 har millum annað Suni greiðir nærri frá vanlukkuni og avbjóðingunum, hann síðani hevur fingið.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026