Góðan morgun Føroyar

Emma er feminismunar andlit
15-04-2016
Seinastu árini er 24 ára gamla Emma Holten vorðin ímyndin av feminismuni. Alt byrjaði við, at hon var offur fyri einum hevndarpornoálopi

Danska Emma Holten gjørdist heimskend, tá hon sjálvboðin legði gerandismyndir út á netið, har hon er toppleys. Hetta var eitt aftursvar til eitt sokallað hevndarpornoálop. Við aftursvarinum ynksti Emma at varpa ljós á samtykki, og hví samtykki er altavgerandi, tá tað snýr seg um rættin til okkara kropp.
Síðani er hon vorðin ímyndin upp á feminismu. Og tað eru ikki bara danskir miðlar, sum hava varpað ljós á hennara søgu, ið er umsett til tíggju ymisk mál.


Leygardagin vitjar Emma Holten í Føroyum. Tað er Amnesty Føroyar, ið hevur bjóðað henni henda vegin. Fyri at bøta um umstøðurnar hjá neyðtøkuofrum skipar Amnesty fyri almennum tiltaki um samtykki við Emmu Holten, politiskur aktivist, og Súna Poulsen, sálarfrøðingi.


Tað verður leygarkvøldið í Perluni í Havn klokkan 19.30. Tiltakið er ókeypis.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Nýggj bók til vaksin og børn um seksualitet og mørk, ræðsluhús í Vestmanna
29-10-2026
Vit tosa um málningalist í hesum tímanum
28-10-2026
Prát og veðrið
28-10-2026
Kobbalátur, stuttfilmar í Vágs kommunu
27-10-2026
Altjóða bamsudagur, veðrið
27-10-2026
Bróstkrabbi - grein og bók, og mentanarvirðisløn landsins
26-10-2026
Nýggj forkvinna í etiska ráðnum, spurnarkapping
23-10-2026
Mentanarvirðislønir landsins, veðrið
23-10-2026
Matvitin, Lokkarin í nýggjum klæðum
22-10-2026
Prát og veðrið
22-10-2026