Góðan morgun Føroyar

Leita eftir leikarum til nýggjan føroyskan film
26-04-2016
Í morgin er upptøkuroynd fyri tey, ið kundu hugsað sær at fingið ein leiklut í filminum El imaginarium de Bruno Domenech

Um tú gongur runt við einum dreymi um at gerast filmssjónleikari, so hevur tú kanska møguleikan nú.


Í morgin verður upptøkuroynd í Sjónleikarhúsinum, har tey skulu finna leikarar til ein nýggjan spælifilm, ið nevnist El imaginarium de Bruno Domenech.Hóast spanska heitið og at lekstjórin eisini er spanióli, so er talan um ein føroyskan spælifilm.

Filmurin snýr seg í stuttum um spaniólan Bruno, ið hevur føroyska unnustu, og tí kemur til Føroya at búgva. Tey bæði reka Sjónleikarhúsið, men brádliga byrjar alt at blíva heldur løgið. Eitt nú ivast Bruno í, hvørt tað spøkir í húsinum, ella um tað einans er hann sjálvur, ið sær fyri sær.


Upptøkurnar til filmin byrja eftir ætlan í september, men í morgin, mikudagin, skulu føroysku leikararnir finnast.


Hanna Flóvinsdóttir er við til at stíla fyri upptøkuroyndini, og í morgunsendingini fortaldi hon um verkætlanina.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Rekamaðurin, Hans Ellefsen
30-09-2026
Prát og veðrið
30-09-2026
Føðingardagshagtøl og veðrið
29-09-2026
Norðurlendskur kokkadystur, náttúrugrundaðar loysnir
28-09-2026
Prát og veðrið
28-09-2026
Ullarmóttøkan hjá Búnaðarstovuni og Frændur
24-09-2026
Nirvana og veðrið
24-09-2026
Nýtt felag fyri lungnasjúk, Tryggur Ítróttur
23-09-2026
Prát og veðrið
23-09-2026