- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Heimsins eygu eru aftur vend móti Íslandi, har sviðin av Panamagøluni er stórur. Politiska leiðslan tykist hava sett øll onnur enn seg sjálva og onnur múgvandi vinnulívsfólk á strangan skattakost fyri at reisa landið aftur eftir húsagangin undir fíggjarkreppuni.
Nordea er størsti banki í Skandinavia, men hann er ikki ov fínur til bæði skattaskjól til tey ríku og ivasom milliardalán til Khasakstan.
Munnu skjalprógv vera um nakra føroyska skattaflýggjan millum Panamapappírini, og nær fáa vit atgongd til upplýsingarnar?
Og hvat sigur búskaparfrøðingurin og fyrrverandi bankamaðurin, skattaadvokaturin og skattastjórin um samfelagssinnið hjá fíggjarstovnum, og hvussu hevur sáttmálin millum vanliga skattgjaldaran og vælferðarsamfelagið tað?
Luttakarar: Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, Eyðfinnur Jacobsen, skattaadvokatur, Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks
Tøkningur: Leivur Thomsen
Lagt tilrættis: Brynhild Thomsen

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.




