- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mentanarkaféin

Fyri tveimum vikum síðani varð nýggja eintakið av mentanarritinum Varðin, ið samstundis er hin fyrsti við Dorit Hansen sum ritstjóra, lagt fram á Listasavni Føroya.
Talan er 83. bind av Varðanum ? ein Varði, sum hesaferð telur góðar 200 síður. Kinna Poulsen tekur samanum og ummælir nýggja Varðan.
Leygardagin vórðu 200 ár liðin síðani mæta enska skaldið William Shakespeare doyði. Og saman við Hanusi Kamban, Eyðuni Johannessen og Hans Tórgarð lýsa og greina vit Shakespeare og hansara univers.
Myndabókin ?Stríðið um tað góða grasið? eftir Bárð Oskarsson er tilnevnd til Norðurlendsku Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2016.
Hvør er so Bárður og hvat eyðkennir hansara list... Hendan eins og aðrar spurningar útgreinar Kinna Poulsen.
Á Summarmála varð kunngjørt, at karismatiski tónlistarligi stjórin á Metropolitan Operuni í New York farnu 40 árini ? James Levine, leggur frá sær, tá hetta konsertárið er lokið.
Og hvør er so hesin karismatiski orkesturleiðarin við tí eyðkenda hárínum... Bernharður Wilkinson vitjar í útvarpsstovuni seinri í sendingini.
Og leygardagin verður Norðurlandahúsið karmur um eitt sera spennandi og forvitnisligt tiltak, har kvinnan og kvinnuviðurskifti eru í focus. Vit fáa vitjan av Marnu Jacobsen, forkvinnu í Demokratia.
Hoyr Mentanarcaféina her!

Mentanarkaféin
Mentanarkaféin er fasta mentunarsending útvarpsins. Á Mentanarkaféini verða evni innan estetiska mentanarøkið og list umrødd og viðgjørd við samrøðum, ummælum, kjaki og frásagnum. Talan er eitt nú um arkitektur, bókmentir, dans, design, leiklist, myndlist og tónleik. Skiftandi vertir



