- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ókeypis konsert fyri at savna inn pening
29-04-2016
Sissal Grækarisdóttir Magnussen hevði eina ókeypis konsert fyri at savna pening inn til nýggja útgávu. Í morgun spældi hon tvey løg í GMF
Tónleikurin fyllir ómetaliga nógv hjá Sissal Grækarisdóttir Magnussen. Hon er 26 ára gomul, hevur verið við í sangleikum sum Jesus Christ Superstar, Sangi í mjørka og Rósu Mariu, og so hevur hon seinastu fýra árini havt egnan bólk.
Nú royna tey at savna pening til at spæla løg inn, áðrenn fleiri í bólkinum fara av landinum. Ein máti at gera tað upp á var at hava eina ókeypis konsert fyrr í vikuni, tá fólk sjálv kundu koyra pening í ein hatt.
Sissal var í morgunsendingini við gittara sínum og spældi tvey løg.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, harur, altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum, føroyskt listaverk til kong
25-11-2024