Føroyski lottovinnarin er funnin

02.05.2016 - 08:17
Lívsstílur
Føroyski lottovinnarin er funnin
Persónurin, sum vann tær 27 milliónirnar bleiv so ovfarin, at viðkomandi tordi ikki at gera vart við seg beinanvegin

- Seinnapartin í gjár gjørdi vinnarin vart við seg. Vit mangla enn at fáa onkur formell viðurskifti í rættlag, men jú, vit kunnu siga, at føroyski lottovinnarin er funnin.

Tað sigur Marie Vestergaard, sum er kunningarleiðari á donsku spælifyritøkuni, Danske Spil.

- Um vikuskiftið frættu vit, at ein persónur, sum hevði keypt lotto seðil í Føroyum, hevði vunnið ikki færri enn 27 milliónir krónur.

Men trupulleikin var tann, at viðkomandi visti kanska ikki av, at hann var blivin millionerur, tí hjá spælifyritøkuni Danske Spil, høvdu tey einki frætt frá hepna vinnaranum.

Og so fór eitt slag av eftirlýsing í gongd í føroysku miðlunum, og tað hevur fingið føroyska millionerin at gera vart við seg.

Í morgunsendingini fortaldi Marie Vestergaard, hvat nú fer at henda hjá føroyinginum, sum nú er blivin 27 milliónir krónur ríkari.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308