Minni nøgdir av blámusoppi í bygninginum

04.05.2016 - 14:02
InnlendisHeilsa
Minni nøgdir av blámusoppi í bygninginum
Inniluftin á Eirargarði 16 er nú so góð, at búfólkini aftur kunnu búgva har. Kortini er neyðugt við øðrum umvælingum, ið verða kostnaðarmiklar

Nýggj kanning á Eirargarði 16 staðfestir minni nøgdir av blámusoppi nú, enn fyrst í árinum.

Inniluftin nú er so góð, at búfólkini kunnu verða búgvandi.

Níggju búfólk vórðu í januar flutt út, tí inniluftin var so vánalig, men tey eru flutt innaftur.

Kortini verður neyðugt við umfatandi umvælingum á Eirargarði, sum bæði fer at kosta tíð og pengar.

Tað fer at kosta góðar 24 milliónir krónur at umvæla Eirargarð 14 og 16, og peningurin er játtaður á fíggjarlógini.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860