Góðan morgun Føroyar

Hjólvelting í Havn í kvøld
12-05-2016
Eitt serligt súkklutiltak verður í Havn í kvøld, har fólk fara at súkkla kring býin, hugna sær og njóta løtuna

Tað eru Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag og Tórshavnar Súkklufelag, sum saman við Tórshavnar kommunu skipa fyri tiltakinum. Hugskotið er at savna so nógvar súkklur sum gjørligt, og síðani dølla seg runt gjøgnum býin, sum Napoleon Smith, fyriskipari, tók til í sendingini Góðan morgun Føroyar.
Íblásturin til hjólveltingina, sum tiltakið rópast, stavar frá franska hugtakinum La vélorution, sum er eitt orðaspæl millum velo, sum merkir súkkla, og révolution, sum merkir kollvelting. Talan er um eina rørslu, sum eggjar fólki til at brúka bleytu ferðsluhættirnar og at fremja sosialar og grønar broytingar í samfelagnum.

Le vélorution hevur Napoleon Smith umsett til hjólvelting - og tað verður á skránni í Havn í kvøld. Byrjað verður á Vaglinum klokkan sjey.

Mynd: Napoleon Smith hevur teknað

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Horn- og harmoniorkestur, prematur mánaður
05-11-2026
Prát og veðrið
05-11-2026
Røða í WHO og amerikanska miðvalið
04-11-2026
Veðrið og prát
04-11-2026
Útoyggj, Jens Midjord fótbóltsdómari
03-11-2026
Prát og veðrið
03-11-2026
Seyðahúsið við ánna, føroyskur dansur
02-11-2026
Prát og veðrið
02-11-2026
Reyði Krossur Føroya 100 ár og spurnarkapping
30-10-2026
Nýggj bók til vaksin og børn um seksualitet og mørk, ræðsluhús í Vestmanna
29-10-2026
Vit tosa um málningalist í hesum tímanum
28-10-2026