- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Eitt summar uttan reyð eygu, tipta nøs og skriða
26-05-2016
Tablettir, eygnadropar og nasapístr er nakað av tí, tú kanst brúka, fyri at sleppa undan ovurviðkvæmi
Reyð eygu, skriði, tipt nøs og njós fleiri ferðir um tíman.
Tað er ikki óvanligt hjá fleiri føroyingum hvørt summar, tá teir fáa pollenallergi – ovurviðkvæmi fyri flogsáði.
Men hvat kann gerast fyri at minka um hetta slagið av ovurviðkvæmi, og hvørjir eru møguleikarnir, tá hugsað verður um heilivág?
Í morgunsendingini kom Niels Joensen, farmaceutur, við góðum ráðum til teirra, ið eru ovurviðkvom fyri flogsáði.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024