- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Systkinabarn Freddie á djóradøgunum
26-05-2016
Kendi Freddie úr Kirkjubø verður við, saman við sysktinabarninum, sum ikki hevur fingið navn enn. Fólk kunnu koma við navnauppskotum
Leygardagin byrja árligu djóradagarnir í Havnardali. Hetta er á økinum hjá Føroya Ríðingafelag.
Í ár verður ein serligur gestur við. Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingafelag, sigur, at umframt navnframa Freddie úr Kirkjubø, hevur bóndin í Kirkjubø latið kálv, sum er systkinabarn Freddie.
Hesin kálvur skal hava navn, og fólk hava møguleika at koma við uppskoti á staðnum um, hvussu kálvurin skal eita.
Eini 5000 fólk plaga at koma til djóradagin, sigur formaðurin í Føroya Ríðingafelag, Brandur í Dali.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024