Eingin fyrireikandi rættarfundur

30.05.2016 - 13:18
InnlendisSamfelag
Eingin fyrireikandi rættarfundur
Fyrireikandi rættarfundurin um garnaskipið Anitu, ið annars skuldi vera fríggjadagin, var kortini av ongum

Orsøkin er, at sakførarin hjá felagnum, Jens Andrias Vinther, ikki umboðar partafelagið Seta longur. Tí má felagið fáa sær annan sakførara, áðrenn málið heldur fram í Føroya rætti.

Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Jens Andriasi Vinther um avgerðina hjá honum at gevast sum sakførari hjá partafelagnum, Seta.

Rætturin hevur ikki gjørt meir í málinum enn, verður upplýst á dómaraskrivstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980