Góðan morgun Føroyar

Fróði er klárur til í kvøld
17-06-2016
Fróði Hansen skal á pall við bólki á Reinsarínum í Havn í kvøld. At hann er klárur til konsertina, vísti hann við tveimum sangum í morgunsendingini

Argjamaðurin, Fróði Hansen, er fløguaktuellur við útgávuni, Ultramarine. Í kvøld hevur hann útgávukonsert á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn.

Systir hansara, Guðrið Hansdóttir, fer at hita upp. Síðani fara Fróði sjálvur og Bogi á Borg at spæla nøkur akustisk løg, áðrenn Fróði við bólki fer a á pall.

Á skránni eru sjálvandi løgini á nýggju útgávuni, men eisini løg av eldri útgávum hjá Fróða.

Fróði Hansen var í hesum sambandi í morgunsendingini og spældi tvey løg.

Útgávukonsertin hjá Fróða verður á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn í kvøld, fríggjakvøldið, klokkan 21:00.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Nýggj forkvinna í etiska ráðnum, spurnarkapping
23-10-2026
Mentanarvirðislønir landsins, veðrið
23-10-2026
Matvitin, Lokkarin í nýggjum klæðum
22-10-2026
Prát og veðrið
22-10-2026
SíggjaSunn, starvsfólk á Herberginum
21-10-2026
Prát og veðrið
21-10-2026
Koyr saman í ítrótti og altjóða badmintonkapping í Føroyum
20-10-2026
Kapping og prát
16-10-2026
Prát og veðrið
16-10-2026
Viðmerkingar í býnum, føroyskar røður
15-10-2026
Leivur vil liva, veðrið
15-10-2026