Føroyskt mvg endar í danska statskassanum

19.06.2016 - 15:36
InnlendisSamfelag
Føroyskt mvg endar í danska statskassanum
Føroyskir myndugleikar hava ikki heimild til at krevja mvg av vørum og tænastum, sum verða keyptar á internetinum

Í Føroyum leiga vit filmar á Netflix, Á HBONordic, og vit tekna okkum hald á Spotify fyri at lurta eftir tónleiki.

Og tá vit rinda fyri leiguna við gjaldkortinum, rinda vit eisini mvg.

Men mvg'ið fer ikki í føroyska landskassan. Tað endar eftir øllum at døma í danska statskassanum.

Í 2014 samtykti Evropaparlamentið, at fyritøkur, sum selja vørur og tænastur á internetinum, skulu rinda meirvirðisgjald í landinum, har tænastan verður keypt.

Við øðrum orðum: Býrt tú í Danmark og leigar ein film á Netflix, rindar tú mvg í Danmark.

Men býrt tú í Føroyum og leigar ein film á Netflix, rindar tú eftir øllum at døma eisini mvg í Danmark. Føroyingar í Føroyum verða skrásettir sum danir, tá teir keypa tænastur á internetinum og rinda av somu orsøk mvg í Danmark.

Tað ber ikki til at siga við vissu, hvussu nógvir pengar fara í danska landskassan, men tað vindir upp á seg, sigur Garðar Ólavsson Justinussen, fulltrúi á mvg-deildini hjá TAKS.

TAKS hevur skrivað eitt upprit, sum mælir til at dagføra lóggávuna soleiðis, at Føroyar og Danmark gera ein býtislykil.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039