- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Norðdepil fær dagførda bygdarsøgu
20-06-2016
Hvørt barn í bygdini fær navnið við í bókina, sigur Snorri Brend, rithøvundur. Børnini skulu skriva okkurt jaligt um, hví tað er so gott í Norðdepli
Í heyst verður bygdin Norðdepil 150 ár.
150 áradagurin skal ikki gloymast, og stór tiltøk eru í døgunum fyri 28. august. Millum annað við eini bókaútgávu um bygdina. J. Símun Hansen gav út bókaverkið "Tey byggja land" í 70- og 80-árunum, har allar norðoyggjar eru umrøddar. Hann gav eisini út eina minni bók í 1966 til 100 ára dagin.
Hvannasunds kommuna heitti í februar 2015 á Snorra Brend um at skriva eina bók um bygdina, eina positiva bygdarsøgu við denti á nútíðina. Tað vil siga samrøður við fólk, sum búgva og búleikast her í dag.
Snorri Brend er í morgunsendingini og greiðir frá nýggju bókini.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, børn spæla minni í dag, krabbameinsskráin, bók um Hvannasunds kirkju
23-01-2025
Brot úr Føroya søgu, veðrið, børn og snildfonir, tunnil 40 ár, spurnarkapping um kvæðamentan
16-01-2025
Veðrið, gongutúrar alt 2024, kirkjuráðslimir hittast, føroyingur hevur undirhald sum vinnuveg í Íslandi
14-01-2025