Góðan morgun Føroyar

Nýggir hentleikar eysturi í Skúvadali
22-06-2016
Byrjaðu at stoypa fundamentið fyrst í mai, og nú húsini standa innlokað, er ikki regndropi komin niður, sigur Árni Skaale, skótaleiðari

Gomlu skótahúsini í Skúvadali vórðu bygd í 1941, og skiftandi tíðir hava ført við sær, at húsini nú vóru slitin og ikki nóg væl viðlíkahildin, so antin var at taka tey niður og gevast ella byggja nýggj hús á staðnum. Tað bleiv til tað seinna.

Nógv arbeiðsfólk hava gingið langa teinin eystur fyri at hjálpa við arbeiðnum. Alt ólønt. Kvinnurnar hava gingið millum bý og dal við mati, so væl hevur gingist henda seinasta mánaðin.

Tyrlupallur er eisini gjørdur, so lættari er at koma til og frá, sigur Árni Skaale við morgunsendingina. Myndin vísir gomlu og nýggju húsini eysturi í Skúvadali.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024