Búskaparfrøðingur: Eingin veit, hvat fer at henda

24.06.2016 - 10:25
Útheimurin
Búskaparfrøðingur: Eingin veit, hvat fer at henda
Støðan á partabrævamarknaðinum í Bretlandi er kaotisk eftir, at bretar atkvøddu nei fyri ES, sigur føroyingur, sum arbeiðir hjá Lloyds Bank í London

Pundið og bankapartabrøvini vóru í fríum falli, tá partabrævamarknaðurin læt upp í morgun eftir úrslitið av bretsku fólkaatkvøðuni.

Bretska pundið fall 10 prosent, og bankapartabrøvini fullu 40 prosent. Og tað kann fáa avleiðingar fyri búskapin í Bretlandi.

- Pundið og bankapartabrøv eru tætt knýtt at útlitunum fyri búskapin. Tí valdar óvissa um bretska búskapin í løtuni, sigur Bjarni í Liða, ið starvast hjá Lloyds Bank í London.

Hoyr alla samrøðuna her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744