Summarmorgun

Voxbotn ummæli: Skráin stinkaði
27-06-2016
Skráin stinkaði, men hýrurin var góður, sigur Katrin Dahl Hanusson, ið ummælti Voxbotn í morgun

Katrin Dahl Hanusson ummælir Voxbotn:

Full ruskíløt, tóm ruskíløt og rusk – keðiligt

Trappan var nakað skitin. Tá fólk ikki hava eitt ruskílat beint vid hondina, liggur ruskið og flýtur. Hvat við at brúka DropBucket ruskspannirnar hja føroyska íverksetaranum, Heiðu Gunnarsdóttir Nolsøe? Summar ruskspannir stóðu tómar, men tað fleyt við ruski allastaðni rundanum. Hví tað?

Vesini vóru væl upplýst

Pissiumstøðurnar hja monnunum vóru frálíkar. Nógv betri enn at pissa á eitt træ, ein bil ella vegg. Vesini voru sera væl upplyst. Áðrenn festivalurin byrjaði, lógu myndir av toiletbannaranum á facebooksíðuni hjá Voxbotn. Tað er super. Vesivognar eru ikki fyrsta floks vesi, men teir vóru ikki tiptir og heilt reinir. Har kundu verið einnýtisserviettar til at reinsa sær hendurnar aftaná. Men hinvegin, alternativið var at stilla seg í longu køina á Hvonn ella Umami.

Sivas og Kesi – keðiligt

Atlantic lendi rættstundis, men tað gjørdu Sivas og Kesi ikki. Hesa ferð spiltu hvørki mjørki í Vágum ella manglandi airbussar, ið eru tiknir úr rutu, spælið. Flogfarið úr Fraklandi var seinkað, so teir ikki sluppu víðari. Í teirra stað kom nýklakta pisan, Signar í Homrum. Hann var ókey, men heldur ikki meira enn tað. Reyði krossur – gott Samarittarnir i reyðu, eyðkendu draktunum hjálptu teimum illa komnu upp á beinini. Rós til teirra?

Trappan – gott

Trappan var sku fantastisk. Folk sótu har alla tíðina, og av tí sama bleiv ikki so übertrongt allastaðni. Hon var eisini góð, tá mann skuldi bukka sær beinini. Kærleikin blómaði eisini millum nógv fríggjandi pør <3 Nogvar barrir á fáum kvadratmetrum – gott Fleiri uttandura barrir vóru í næstan hvørjum heraðshorni umframt á vanligu skeinkistøðunum. Av tí sama var tað lætt, skjótt og høgligt at keypa sær eina øl.

Skráin – vánalig

Tey góðu nøvnini vóru alt ov tíðliga, Punjab, Týr, Marius og Kári P. Vit vilja nógv heldur hoyra tey enn onkran danskan rappara av Vesterbro. Høvuðsnøvnini vóru ikki nóg góð heldur. Tað er týðiligt, at mann vil hava fólk tíðliga oman í býin. Og nógv vóru tíðliga í býnum, men fleiri harmir festivalgestir vóru ikki nóg tíðliga. Tað er nú ein sannroynd, at føroyingar fara seint í býin ... Tað átti fyriskiparin, Rúni Djurhuus, eisini at vita, tí hann stillaði upp til býráðsvalið í 2012 við slagorðinum null seks.

Maturval – gott

Hvonn hevði ikki einkarrættin! Matúrvalið var fjølbroytt og kvaliteturin tað betri. Ein ógvuliga sjarmerandi básur var Matsmiðjan hjá Ruben, ið millum annað seldi føroyska lambapylsu, hvonnsjuss og fiskasuppu fra Birgiri Enni. Haraftrat stóðu DropBucket ruskspanninar við henda básin.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
Norðfestival, veðurforsøgn, Eivør Pálsdóttir, Elektronikkskúlin, Nánd kvøldseta og Suðurljóð
30-08-2024
Veðurforsøgnin, Arctic Young Chef kokkakappingin, og føroysk hárfríðkanarkvinna setur hár hjá m.a. supermodellum
29-08-2024
Veðurforsøgnin, gamejamvikuskiftið, talukennarin Dictus Sun er nú á føroyskum, og kunnað verður um lichen sclerosos, ið er ein kynssjúka
28-08-2024
Rudda Føroyar, klipp í koyrikortið, veðrið í dag og Oasis
27-08-2024
Einki merki veittar á Paralympisku leikunum, eitt flygul kemur til Klaksvíkar, hylurin í Svínoy tekur skap og Tórshavnar Kvøldskúli opnar slúsurnar í dag.
26-08-2024
Fríði Djurhuus fær stóran norðurlendskan heiður, Benjamin við nýggjum lagi, Seinsummardagar í Sandavági, og Kí kundi og mundi
23-08-2024
Urðardansur í Kvívík, nýtt ár í Musikkskúlanum og Eydnufestivalur
23-08-2024
Urðardansur í Kvívík, nýtt ár í Musikkskúlanum og Eydnufestivalur
21-08-2024
Etingarólag, fólkafundur og samarittar
21-08-2024
Vit hoyra um komandi ølfestivalin, nýggj fótbóltskort, vit kanna veðrið komandi vikuna og taka samanum ovastevnuna
19-08-2024
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
16-08-2024
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
15-08-2024